VIDEO: Soleiðis vann Danmark EM-finaluna í Herning

(Video) Her er ein samandráttur frá EM-finaluni í Boxen í Herning

Mynd: Ritzau Scanpix

Danska manslandsliðið í hondbólti hevur skrivað glæsuliga søgu í kvøld.

 

Í Boxen í Herning vann Danmark 34-27 á Týsklandi í EM-finaluni. Í steðginum var Danmark á odda 18-16. Týskland kláraði leingi at fylgja við, men seinastu løtuna var Danmark greitt omaná.

 

Simon Pytlick var toppskjútti hjá Danmark, og Jóhan á Plógv Hansen og Mathias Gidsel skutu sjey mál hvør. Jóhan var sera tryggur frá brotskastsblettinum. Jóhan setti fýra av fýra brotskøstum í netið.

 

Jóhan hevur nú vunnið fýra HM-gullheiðursmerki og eitt EM-gullheiðursmerkið. Hann hevur eisini eitt olympiskt silvur heiðursmerkið, og EM-silvur og EM-bronsu.

 

Danmark er nú bæði verandi heimsmeistari, evropameistari og olympiskur meistari. Bert Frakland hevur áður megnað hetta bragdið í hondbólti hjá monnum.

 

HER ber til frá Eurohandball at síggja ein samandrátt frá EM-finaluni:

 

##med2##

 

 

 

 

 

Mynd: Ritzau Scanpix