SMS: Kyndil tók oddasessin aftur við stórsigri á StÍF

Talan gjørdist um tríggjar greiðar sigrar í SMS-deildini í dag

Tríggir dystir eru leiktir í SMS-deildini í dag. Í øllum trimum førum gjørdist talan um greiðar sigrar.

 

Í høllini á Skála vann Kyndil 38-12 á StÍF. Í steðginum vóru kyndilskvinnur frammanfyri við 14 málum, 18-4.

 

Eyðbjørg Kallsberg var við trimum málum toppskjútti hjá StÍF. Turið Arge Samuelsen var við 10 málum toppskjútti hjá Kyndli. 

 

Í høllini á Hálsi í Havn vann VÍF 31-20 á Neistanum. Tað lá serliga væl fyri hjá vestmannakvinnum, ið vóru frammanfyri við níggju málum í steðginum. Hálvleiksstøðan var 17-8 til VÍF.

 

Hervør Niclasen og Lív Rouch Ísfeld vóru við fýra málum hvør toppskjúttar hjá Neistanum. Við seks málum var Bjørg á Líknargøtu toppskjútti hjá VÍF.

 

Í KÍ-høllini í Klaksvík vann Stjørnan 29-19 á EB. Klaksvíkskvinnur vóru á odda 15-10 í steðginum.

 

Toppskjúttarnir hjá báðum liðunum skutu átta mál hvør. Tær vóru Brynja Høj hjá Stjørnuni, og Nadja Pejovic hjá EB.

 

HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðlarnir frá dagsins dystum, umframt støðuna í deildini:

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##