Amerikanski herurin hevur skotið niður eina iranska dronu, sum nærkaðist amerikanska flogberanum, USS Abraham Lincoln.
Reuters endurgevur Hvítu Húsini, sum vátta hendingina.
Sagt verður, at talan var um eina iranska Shahed-139 dronu, og tað var eitt amerikanskt F-35 jagaraflogfar, sum skeyt dronuna niður.
Sambært iransku tíðindastovuni Fars var dronan á einari eftirlitsferð í altjóða sjógvi, tá hon varð skotin niður.
Amerikanski forsetin hevur sent flogberan, USS Abraham Lincoln og onnur herskip avstað, og hann hevur hótt Iran við álopum.
Donald Trump hevur sagt, at orsøkin til amerikansku hóttaninar er, at Iran beinir fyri mótmælisfólkum og treyðugt vil gera eina nýggja kjarnorkuavtalu.
Seinastu dagarnar hava iransku myndugleikarnir sagt, at landið vil taka uppaftur beinleiðis samráðingarnar við USA um landsins kjarnorkuætlan.
Sambært tíðindaskrivaranum í Hvítu Húsunum, Karoline Leavitt, skulu Iran og USA samskifta um eina nýggja kjarnorkuavtalu fríggjadagin.











