Kjarnorkurikið herskip í føroyskum sjógvi

Mikudagin sigldi eitt av heimsins størstu herskipum í føroyskum sjógvi. Talan var um russiska missilkrússaran Pyotr Velikiy (Pætur tann stóri), sum sigldi gjøgnum landsynningspartin av føroyska sjóøkinum á veg landnyrðing. Pyotr Velikiy er 250 metrar langur og hevur eitt deplacement upp á 26.000 tons, og hetta stóra skip var í føroyskum farvatni frá mikudegi seinnapartin til út á kvøldið. Manningin á missilkrússaranum telur ikki færri enn 655 fólk, og skipið er partur av russiska norðurflotanum. Tí verður hildið, at Pyotr Velikiy var á veg til Murmansk.

Eitt Challenger CL-604 kanningarflogfar frá Færøernes Kommando var á einum regluligum flogtúri og sá missilkrússaran og sendi víðari posisiónina, kurs og ferð til verjuskipið Triton, sum síðani varp biðið um at sigla móti Pyotr Velikiy fyri at fylgja við missilkrússaranum meðan hann var í føroyskum sjógvi.

Missilkrússarin er kjarnorkurikin, og ferðin var yvir 20 míl, hóast mótvind og ringan sjógv. Eftir at hava fylgt Pyotr Velikiy í einar tveir tímar, veittraði Triton farvæl og stevndi aftur móti Føroyum.

Fyri góðum 20 árum var nógv stríð um kjarnorkurikin herskip, sum ikki hildu fólkatings- og løgtingssamtyktir um Danmark og Føroyar sum kjarnokrufrítt øki. Mikil orrusta var á molanum ein julimorgun í 1987, tá amerikanska herskipið USS McCloy vitjaði, tí hildið var, at skipið annaðhvørt var kjanorkurikið ella hevði kjarnorkuvápn umborð. Men hetta er eftir øllum at døma ikki longur eitt heitt politiskt mál.