Kjafturin á føroyabankatoskinum er ikki sundurskræddur

Tað er ber ein evarska lítil partur av toskinum sum ber merki av, at hann fyrr er krøktur við húki. Hjá meginpartinum av toskinum er einki at síggja.

Eyðfinn Magnussen
Biologur, Fróðskaparsetur Føroya
?????????
Í blaðgrein í Sosialinum 7. august var yvirskriftin "Helvtin av toskinum á Føroyabanka er "defektur""
Greinin bygdi á samrøðu við Mortan Johannesen , sum við báti sínum hevði verið á snelluveiðu á Føroyabanka. Í greinini sigur Mortan "Eg haldi, tað er ófrættakent at síggja toskin á bankanum í ár. Meira enn annar hvør toskur er skræddur í munnklovanum ? í minsta lagi øðrumegin og í fleiri førum báðumegin......... - Hetta havi eg í mínum langa lívi á sjónum ongantíð sæð áður". Mortan heldur støðuna vera álvarsama og sigur " Hetta er eitt fyribrigdi, sum eg avgjørt haldi eigur at takast við í metingarnar av veiðitrýstinum".
Í einum seinri blaði hevði blaðmaðurin á Sosialinum samrøðu við Hjalta á Ják-upsstovu stjóra á Fiski-rannsóknarstovuni. Hesin segði tá, at Fiskirannsóknarstovan ikki hevði kannað, hvussu stórur partur av fiskinum á Føroyabanka hevði skaddan kjaft.
Kjafturin er nú kannaður
Hesar kanningarnar eru nú gjørdar, og tær vísa, at fyri bankan sum heild er støðan ikki so álvarsom sum, sum Mortan metti hana at vera. Av teimum 180 kannaðu toskunum, vóru tað ber 3 fiskar, sum bóru merki av, at húkur hevði verið krøktur í kjaftin. Hjá øllum trim-um fiskunum var sárið samanaftur vaksið. Hetta svarar til at einans 1,6 % av fiskinum er merktur av húkaveiðu. At fiskur dettur av aftur, serliga í ringum veðri, er vanligt. Hetta er serliga galdandi fyri stóran fisk. Toskurin á bankanum er munandi smærri nú, enn hann hevur verið. Hetta ger, at hann tí ikki slitnar líka lætt av línuni, sum hann hevur gjørt.
Kanningarnar av toskakjaftinum vórðu gjørdar, tá Magnus Heinason gjørdi yvirlitstrolingar á Føroya-banka 10. til 14. september 2004. Fyri at tryggja, at úrslitið er eftirfarandi, varð kanningin spjadd um allan bankan, har toskur er at fáa. Prøvar vórðu tiknir á 11 ymiskum støðum, har millum 4 og 48 fiskar vóru kannaðir á hvørjari støð. Teir 3 fiskarnir við skaddum kjafti, vóru fingnir á 3 ymiskum støðum.
Minni til og smærri toskur
At veiðitrýstið er ov stórt á Føroyabanka, hevur Mortan Johannesen rætt í. Hetta sæst eisini aftur í veiðuni. Samlaða veiðan av toski hjá Magnus Heinasyni hendan túrin var 1596 kg. Hetta er bert helmingurin av toskaveiðuni samanborið við heystyvirlitistrolingini í 2003 og einans 23% av veiðuni í 2002. Nøgdin av toski er ikki einans minkað. Toskurin er eisini vorðin smærri. Í seinru helvt av 1990-árunum var miðallongdin á toskinum á Føroyabanka umleið 90 cm og vigaðu hesir um 9 kg. Í ár er miðallongdin minkað niður í 65-70 cm, og miðalvektin er 4,2 kg.
Men tað er ein heilt onnur søga.