Kina sigur Biden vera láturligan og provokerandi

Stutt eftir annar væleydnaðan fund millum USA og Kina eru londini aftur farin at stríðast.

 

Antony Blinken var á vitjan hjá kinesiska forsetanum, Xi Jinping. Dagin eftir umrøddi Joe Biden Xi Jinping sum einaræðisharra. - Foto: Leah Millis/Reuters

Tí í dag vísti amerikanski forsetin, Joe Biden, til kinesiska forsetan, Xi Jinping, sum ein einaræðisharri.

Tað harmast tey um í Kina og síggja tað sum eina politiska provokatión.

– Amerikonsku útsøgnirnar eru sera láturligar og óvanliga. Tað er eitt álvarsligt brot á grundleggjandi fakta, diplomatiskar protokollir og politisku tigninga hjá Kina, sigur Mao Ning, sum er talskvinna í kinesiska uttanríkisráðnum.

Amerikanski uttanríkisráðharrin, Antony Blinken, hevði júst endað eina sjáldsama vitjan í Kina, har hann hitti millum onnur hitti Xi Jinping.

/ritzau/Reuters

 

 

 

Antony Blinken var á vitjan hjá kinesiska forsetanum, Xi Jinping. Dagin eftir umrøddi Joe Biden Xi Jinping sum einaræðisharra. - Foto: Leah Millis/Reuters