Kim Jong-Il í Kína

Leiðarin í Norðurkorea, Kim Jong-Il, kom í morgun til Kina. Norðurkoreanski ríkisleiðarin vil ikki ferðast við flogfari, so hann kom við tí serliga tokinum, sum norðurkoreanski leiðarin brúkar.

Hetta er fyrstu ferð í fýra ár, at Kim Jong-il vitjar í Kina. Politiskir eygleiðarar vænta, at kinesiska stjórnin fer at ávirka norðurkoreanska leiðaran til at taka samráðingarnar um landsins kjarnorkuætlæanir uppaftur.

Afturfyri kann Norðurkorea rokna við at fáa mat og aðra neyðhjálp úr USA, Suðurkorea og øðrum londum.