Amerikanska fregnartænastan, CIA, vil vera við, at tað var krúnprinsurin í Saudi Arabia, Mohammed bin Salman, ið bílegði drápið á nógv umtalaða saudiarabiska journalistin, Jamal Khashoggi. Hetta skrivar The Washington Post.
Men hesari niðurstøðuni hevur stjórnin í Saudi Arabia avvíst.
Eftir øllum at døma hevur Khalid bin Salman, sum er beiggi krúnprinsin, havt okkurt at gera við Jamal Khahshoggi. Telefonupptøkur hava víst, at hann bað tann nú deyða journalistin um at koma á saudiarabiska konsulátið fyri at fáa tey pappírini, honum tørvaði. Khalid lovaði, at tað ikki fór at vera vandamikið fyri journalistin.
Tað er óvist, um Khalid bin Salman tá kendi til lagnuna hjá Jamal Khashoggi, men tað var eftir øllum at døma krúnprinsurin, ið bað beiggja sín ringja til Khahsoggi, sambært keldunum hjá The Washington Post.
Men Khalid bin Salman sigur, at einki av hesum passar. Hann hevur ongantíð tosað í telefon við Jamal Khashoggi, skrivaði hann á Twitter.
Jamal Khashoggi var m.a. kritiskur um stýrið í Saudi Arabia og krúnprinsin. Hann varð dripin á saudiarabiska konsulátinum í Turkalandi fyri vikum síðani, tað varð staðfest, eftir hann hevði verið horvin í nakrar dagar. Hann hevði ørindir í konsulátinum, tí hann skuldi hava fatur á pappírum í sambandi við sítt brúdleyp.. Líkið av Jamal Khashoggi er enn ikki funnið.