Dia Midjord
Summartónar fara í holt við seinasta vers, tá tónleikastevnan byrjar komandi fríggjadag. Næsta summar verða allar tær føroysku tónleikastevnurnar koyrdar í ein pott, sum nýstovnaða Listahátíð Føroya fer at samskipa. Jazzur, kórsangur og klassiskur tónleikur verður tá um somu tíð.
Hesaferð verða konsertirnar á bygd ókeypis. Tiltakið Summartónar er ein týðandi partur av føroyskari mentan og tí verður roynt við ókeypis atgongd á bygd.
Orknoyggjar fyrimynd
Eins og undanfarin ár er Kristian Blak undangongumaður, tá skipast skal fyri. Hann er eisini maðurin, sum í 1992 byrjaði við hesum tiltaki. Líknandi tiltøk í Orknoyggjunum og Hetlandi eru brúkt sum fyrimynd til føroysku útgávuna.
Kristian Blak sigur, at tað hevur stóran týdning, at bæði útlendingar og føroyingar eru at hoyra á slíkari tónleikastevnu.
- Tað er lættari at bjóða fram eina skrá, har bæði føroyingar og útlendingar eru við. Tað vísir seg, at tað á henda hátt er lættari at knýta samband millum tónleikarar og áhoyrarar. Umframt geva útlendsku gestirnir okkum møguleikan at fáa fatur á øðrum útlendskum tónasnidlingum.
Tað er Norðurlandahúsið saman við felagnum føroysk tónaskøld, ið skipar fyri og leggur tónleikastevnuna til rættis.
- Summartónar er týðandi partur av føroysku mentanini og tí hevur tað týdning at konsertirnar verða hildnar kring alt landið, sigur Helga Hjørvar, stjóri í Norðurlandahúsinum.
- Norðurlandahúsið er jú fyri allar Føroyar og ikki bert fyri Havnina, leggur hon aftrat.
Framføra stórverk
Tónleikastevnan Atlantsljómur verður hildin samstundis sum Summartónar. Hæddarpunktið er stórverkið "Ein Deutsches Requiem" hjá Johannes Brahms.
Av teimum 52 tónleikarunum eru 13 yrkistónleikarar úr Eysturríki. Restin er samansett av norskum og føroyskum stuttleikatónleikarum. Kórið er mannað við okkurt um 100 sangarum. Solistar eru Berghild Poulsen, sopran og Lars Thodberg Bertelsen, bariton.
Verkið verður stjórnað av Yaacov Bergman. Hetta er sami dirigentur sum stjórnaði á tónleikastevnuni hjá Atlantsljómur í 1998. Yaacov Bergman fær nakrar dagar at venja og samansjóða kór og orkestur. Framførslur av stórverkinum vera leygar- og sunnudagin 1. og 2. juli.
Atgongumerki til konsertirnar kunnu keypast á staðnum ella í forsølu í Norðurlandahúsinum. Kirkjukonsertirnar og konsertirnar á bygd eru ókeypis.