Meðan talið á nýggjum innfluttum lastbilum er fallið í mun til í fjør, so er líkt til, at føroyingar í staðin keypa brúktar lastbilar úr útlondum.
Í hagtølunum hjá Akstovuni yvir innflutt, brúkt akfør sæst, at meðan tað í flestu bólkum er nøkunlunda samsvar millum innflutningin í ár og í fjør, so eru nógv fleiri lastbilar innfluttir higartil í ár. Higartil í ár eru 17 fleiir brúkir lastbilar komnir til landið enn í fjør, 32 í ár og 15 í fjør.
Annars eru níggju færri brúktir kampingvognar innfluttir í ár í mun til í fjør, 13 í ár og 20 í fjør.