Kendar røddir gjørt videolag

Nú er videolag gjørt til Mítt Land

Kendi sangurin hjá tónleikabólkinum Frændum kann nú ikki bert hoyrast í eini øðrvísi útgávu. Nú er videolag eisini gjørt til nýggju útsetingina av Mítt Land.

 

Tað er í sambandi við føroyska tónleikatiltakið seinni í hesum mánaðinum á Amager Strand, Mítt Land, at nýggja útgávan og videolag til Mítt Land er gjørt.

 

Í videolagnum síggjast eitt nú Kristina Bærentsen, Tróndur Enni, Kim Hansen, Terji Rasmussen, Eyðun Nolsøe, Jens Marni Hansen og onnur, meðan tey eru í upptøkuhølunum og syngja inn sangin. 

 

Sangurin verður eisini framførdur á Amager Strand til stóra tiltakið Mítt land, sum verður 28. september.

 

Síggj videolagið við at trýsta her

 

.