Kenda nýggjársbygdin um at vera klár

Í Vági verður av álvara fyrireika til nýggjárshald, og fólk hava verið í gongd í fleiri dagar.

 

Vágur er helst kendasta nýggjársbygd í Føroyum, og nógv verður gjørt burturúr. Í Vági verður sera nógv gjørt burturúr fýrverki, og vanligt er, at fólk koma til Vágs at uppliva hetta, eisini uttan úr heimi.

 

Báturin er komin at standa í Tríkantinum, har nýggjársnevndin hvørt ár brennir ein drekaskrýddan bát. Báturin er nú skrýddur, og verður hann nú fyltur við ymsum tilfari, ið skal brennast. 

 

À miðnátt verður stór kyndlagonga við monnum og kvinnum, eini hundrað í tali, ið bera kyndlar vestur gjøgnum býin, kring Sandin og útaftir á Tríkantin, har sungið verður, innan kyndlarnir verða blakaðir í bátin, og stóra bálið harvið verður kynt.

 

Vanliga er stórdansur í Vágshøll, men koronustøðan forðar fyri hesum.

 

Myndin niðanfyri er tikin í Hvalba í morgun, og tað sæst, at eisini har gera tey klárt til stórt nýggjársbál.

 

##med2##