Danska sjónvarpskvinnan Line Baun Danielsen heldur vikuskiftið í Føroyum. Hon skal vera gestur í sending hjá Rás2 Line Baun Danielsen telist millum tey kendu andlitini í donskum sjónvarpi. Í 20 ár hevur hon starvast sum journalistur og vertur í sjónvarpsendingum, og hon hevur fleiri ferðir vunnið virðislønir fyri sítt arbeiði.
Seinastu tíðina hevur hon arbeitt sum miðlaráðgevi og hevur eisini havt fyrilestrar, har hon hevur greitt fólki frá, hvussu tey kunnu avrika sítt besta hvønn dag.
Fyri tveimum vikum síðani gav hon nýggja bók út, har hon hevur tosað við tríggjar kendar kvinnur um at vera mamma. Hon ger upp við hugtakið, at kvinnur skulu stremba eftir at verða heimsins besta mamma.
Leygarkvøldið verður Line Baun Danielsen gestur í sendingini Hvonn Live, sum Rás2 sendir beinleiðis av Hvonn í Havn.