Keldan til oljudálking í Klaksvík boðaði sjálv frá

Løgreglan heldur, at tað er rós vert, at dálkarin boðar frá sjálvur

Tað er nú greitt, hvør tað var, sum elvdi til vandamikla oljudálking í Klaksvík seinnapartin í gjár.

Tað var seinnapartin í gjár, at ein stórur oljuleki hevði við sær, at long vegastrekki í Klaksvík vórðu dálkað av olju, og í tí sambandi vórðu bilførarar ávaraðir ímóti, at vegurin kundi vera hálur.

Løgreglan segði, at lekin er byrjaður á Stongunum, og síðani er olja farin heim eftir Nólsoyar Pálsgøtu til rundkoyringina við Posthúsið, niðan eftir Gerðagøtu, og síðan oman eftir Mækjuvegi ímóti Norðoyatunlinum. 

Sløkkiliðið í Klaksvík varð boðsent og stroyddi sand á nøkur vegastrekki.

Men tað var ikki neyðugt hjá løgregluni at seta nakað leitingararbeiðið ígongd, tí stutt eftir ringdi eitt felag at boða frá, at tað var frá teimum, at oljulekin stavaði.

Tey søgdu, at hol var komin á eina slangu á einum lastbili og tí lak olja á vegin.

Løgreglan heldur, at felagið eigur rós uppiborðið fyri at tey boðaðu frá sjálvi og sostatt átóku sær skyldina fyri óhappi.

Og nú eru kommunan og felagið so sett í sambandi við hvørt annað, og so greiða tey viðurskiftini sínamillum.