- Tit í KBH hava verið óførir, og úrslitið vísir, at tit hava gott fólk aftrat tykkum, segði Súni í Hjøllum, sum her handar Helga Johannessen, stjóra í KBH, blómur.

KBH hevur bygt ein nýggjan býling á Toftum

Stórur fólkavøkstur hevur verið í Nes kommunu seinastu tíðina, og í dag búgva 1475 fólk í kommununi.

 

 

- Tit í KBH hava verið óførir, og úrslitið vísir, at tit hava gott fólk aftrat tykkum, segði Súni í Hjøllum, sum her handar Helga Johannessen, stjóra í KBH, blómur.

Seinastu 2-3 árini hevur byggifyritøkan KBH bygt 34 íbúðir á Kneysum og við Heygsveg, miðskeiðis á Toftum.

 

Fyrst bygdu teir 18 íbúðir fyri Bústaðir, 10 leiguíbúðir og 8 lutaíbúðir, og seinni hevur fyritøkan so sjálv staðið fyri og bygt 16 eigaraíbúðir.

 

Nú eru seinastu íbúðirnar lidnar, og íbúgvararnir eru farnir at flyta inn í vikuni. Í dag fyriskipaði KBH fyri móttøku fyri handverkarunum, har Nes kommuna eisini varð boðin við.

 

Í  eini heilsan til KBH, ynskti Súni í Hjøllum, borgarstjóri í Nes kommunu, byggifyritøkuni hjartaliga tillukku við hesi stóru verkætlan.

 

- Nes kommuna hevur verið ein samstarvspartur í hesi stóru og í okkara bygdasamfelag slóðbrótandi verkætlan.

 

Hann segði, at kommunan fyrst hevði gjørt veg og síðan byggibúgvið grundstykkið til íbúðirnar hjá Bústøðum. Seinni við at fara undir at dagføra Heygsveg við eigaraíbúðirnar hjá KBH.

 

- Nú handverkararnir fara av byggiøkinum, fer kommunan í summar at skipa fyri at gera arbeiðið við Heygsveg við tilhoyrandi parkering liðugt.

 

Súni í Hjøllum segði, at einki kemur av sær sjálvum, og eingin ger nakað einsamallur, men saman kann nógv lyftast. 

 

- Tit í KBH, sum hava staðið á odda í hesum byggiverkætlanum, hava verið óførir, og úrslitið vísir, at tit hava gott fólk aftrat tykkum. Vit, sum umboða kommununa, eru errin av byggifyritøkuni og tykkara árræði innan bygging.

 

Borgarstjórin legði aftrat, at KBH á so mangan hátt hevur alstóran týdning fyri bygdasamfelagið.

 

Leggjast kann aftrat, at stórur fólkavøkstur hevur verið í Nes kommunu seinastu tíðina, og í dag búgva 1475 fólk í kommununi.

 

- Tit í KBH hava verið óførir, og úrslitið vísir, at tit hava gott fólk aftrat tykkum, segði Súni í Hjøllum, sum her handar Helga Johannessen, stjóra í KBH, blómur.