Kári P avdúkaður sum loyniligi gesturin á Mítt Land

Í dag varð avdúkað, at Kári P fer á pall, tá føroyingar skipa fyri Mítt Land í Keypmannahavn.

Á listanum yvir tónleikanøvnini á Mítt Land, hevur ein loyniligur gestur verið, men í dag varð avdúkað í sending á Rás2, at tað er Kári P, fólkasangarin, ið er ein hin fólkakærasti sangarin vit eiga í Føroyum. Og afturat er tað heldur rár hending, at hoyra Kára P á “live”, tí hann er ikki so ofta á palli.

 

Mítt Land verður á Femøren við Oyrasund í Keypmannahavn tann 28 september. Ætlanin er at savna føroyingar í Danmark til eitt savnandi tiltak um føroyskan tónleik, eins og onnur við áhuga fyri hesum eru vælkomin.

 

Ein av fyrireikarunum, Gissur Patursson, sigur við in.fo, at Kári P helst er síðsti tónleikarin, sum verður kunngjørdur, tí nú er listin liðugur.

- Og júst eitt navn sum Kári P hóskar væl til andan í sjálvum tiltakinum, ið er eitt savnandi og hugnaligt tiltak, ið myndar at føroyingar koma saman og syngja, og kann eisini beina hugan aftur á eldri dagar á Skarv, har føroyingar savnaðust, sungu, og guitari og harmonika vóru nóg mikið til at skapa føroyska hugnan í útlegd.

 

- Longu nú eru fleiri enn 1000 atgongumerki seld, sigur Gissur Patursson, og minnir á, at børn undir 14 ár sleppa inn ókeypis, so hann væntar nógv fólk til Mítt land.

Rás2 fer at senda beinleiðis frá tiltakinum tann 28. september.