? Á løgtingins fíggjarlóg er stuðul játtaður til tvey forløg, meðan onnur ikki eru nevnd. Tað er kappingaravlagandi, tá ið tað sum skuldi verðið grundarlagið fyri allari kapping ? nevniliga tað, at víðvøllurin er líka hjá øllum ? ikki er galdandi, sigur Zakarias Wang. Hann heldur fram, at tað jú sigur seg sjálvt, at tey, ið fáa stuðul, eru betur fyri enn hini.
Eitt av limafeløgunum í Felagnum Føroysk Bókaforløg hevur vent sær til Kappingarráðið og klagað um verandi støðu. Svarið, sum felagið fekk, var, at kappingarráðið helt ikki, at tað kundi blanda seg upp í dispositiónir, sum Føroya Løgting ger.
? Um tað er rætt, veit eg ikki, men tá Løgtingið kemur við játtanum, skuldi ein trúð, at hetta var sambært galdandi lóggávu annars, heldur Zakarias Wang.
Hann vísir á, at í kappingarlógini stendur, at øll kapping skal vera jøvn, men tað ivast hann stórliga í, um hon er á bókaútgávuøkinum, tá nøkur forløg frá pengar framíhjá frá tí almenna.
Góðar vónir
Zakarias Wang sigur, at orsøkin til, at felagið hevur sent skriv til myndugleikarnar er, at felagið vil gera vart við hendan mismun. Og hann heldur, at tað var so líka til at venda sær til teirra, ið eru við til at gera fíggjarlógina.
Vónirnar hjá felagnum um, at brævið verður tikið til eftirtektar, eru góðar, sambært Zakariasi.
Brævið varð sent teimum limum í Felagnum Føroysk bókaforløg, sum eru nevnd á Løgtingsins fíggjarlóg, men tey søgdu seg ikki vera samd í brævinum.
Hvat tað var, sum tey ikki vóru samd í, fekst sambært Zakariasi ongantíð at vita.
Stuðul til øll
Zakarias sigur, at við stuðuli frá tí almenna er ongin ivi um, at tað koma nógvar føroyskar útgávur á marknaðin. Hann sigur, at um løgtingið vil hava nógvar føroyskar útgávur, so skal stuðul til, men á ein ikki kappingaravlagandi hátt.
Zakarias er ikki í iva í, at um almenni stuðulin til bókaútgávur, verður latin til øll útgávuforløg, at so verða tað nógv fleiri føroyskar bøkur.
? Eg dugi ikki at síggja nakað til hindurs fyri, at vit kundu sæð upp til dupult so nógvar útgávur á føroyskum, sigur hann.
? Privatu forløgini geva sum er nógvar bøkur út, so tað er ikki torført at ímynda sær ein munandi vøkstur í útgávutalinum við einum ikki kappingaravlagandi stuðli, leggur hann afturat.