Kann verða burturvístur úr Føroyum

Tveir útlendingar komu til ilnar í Havn í gjár

Í gjárkvøldið vórðu boð send eftir løgregluni tí at tveir mans vóru komnir til ilnar. Talan var um tveir útlendingar, sum vóru í Føroyum í arbeiðsørindum, men sum vóru komnir til ilnar í húsunum, har teir hildu til.

Løgreglan sigur, at annar maðurin fekk so mikið at skaða, at hin maðurin varð skuldsettur fyri harðskap.

Av tí at talan var um útlendingar, roynir løgreglan at fáa málið avgreitt beinanvegin fyri at gerningsmaðurin ikki skal lukkast at fara av landinum aftur, áðrenn dómurin er fallin.

Tískil varð gerningsmaðurin handtikin og settur í varðhaldið og seinni í dag skal hann fyri rættin.

Løgreglan arbeiðir nú við ar fyrireika málið til at leggja fyri rættin, so tað er óvist, hvat kravið frá ákæranum verður, Men tá ið talan er um útlendingar, er tað ikki óvanligt, at tað verður ein partur av dóminum, at teir verða vístur av landinum, og sleppa ikki aftur í eitt ávíst áramál - ella kanska ongantíð.