Skuldi tað hent, at Anders Behring Breivik verður dømdur til sálarliga viðgerð á einari psykiatriskari deild, tá hann fær dóm fríggjadagin, kann hann kortini enda aftur í fongslinum.
Orsøkin er, at sambært norsku lóggávuni kann ein persónur, sum verður dømdur til sálarliga viðgerð, kannast av nýggjum fyri at staðfesta, hvussu sálarstøða hansara er nú. Koma sálarfrøðingarnir til ta niðurstøðu, at tann dømdi ikki er psykotiskur longur, kann hann flytast til kriminalforsorgina og soatatt í fongsul. Tó er tað ein fyritreyt, at tað er vandi fyri, at viðkomandi kann gera okkurt revsivert aftur.
Blaðið VG endurgevur keldur í norsku kriminalforsorgini fyri at siga, at hendan lógargreinin er sera viðkomandi í sambandi við málið ímóti Breivik.