Tá eitt tiltak hevur verið fyriskipað fleiri enn tríggjar ferðir má roknast við, at tað fer at halda fram, sigur leiðarin í Dugna, Kristina Toftegaard Larsen.
Hetta er fimta ferðin, at Dugni skipar fyri kærleikskúluni.
Vit hava øll árini havt ein av fremstu listarfólkum okkara at skapa kærleikskúluna, og í ár er tað Edward Fuglø, sum hevur gjørt kúluna, sigur Kristina Toftegaard Larsen.
Heri Simonsen tosaði við Kristinu Toftegaard Larsen, tá tiltakið í Listaskálanum var av.
Hoyr samrøðuna við at trýsta á pílin undir myndini.