KÍ siglir sín egna sjógv

B68 hevði fleiri møguleikar at javna, áðrenn heimaliðið staðfesti sigurin

Um tað eydnast KÍ liðnum í Betri deildini eftir átta umfør at varðveita leiðsluna, sum liðið higartil hevur havt, fæst at síggja í morgin, tá ið klaksvíkingar fara at vitja B36.

 

Í dýrdarveðrinum í kvøld varð greitt, at næstbesta liðið hjá klaksvíkingum framvegis er topplið, og at fjarstøðan aftur til fremsta avbjóðaran er fýra stig umframt heilt góðan málmun.

B68 vitjaði fyrr í kvøld í Klaksvík, og toftamenn eru á veg til hús við 2-0 tapi. Hálvleiksstøðan var 1-0.

16 ára gamli Jonn Johannesen setti hol á, tá ið eitt lítið korter var farið. Kristian Joensen í KÍ málinum sendi bóltin langt fram á vøllin, ein av heimamonnunum snittaði víðari, og so vara ungi álopsspælarin tryggur, tá ið hann var einsamallur frammanfyri B68 málverjanum Peturi Meinhard Magnussen.

 

Næstu løtuna var B68 fleiri ferðir um reppið at javna, men Sveinur Justinussen stútaði bóltin uppum málið eftir horna, og tá ið Óli H. Olsen eftir horna royndi seg við stútara, bjargaðu heimamenninir á málstrikuni. Tá var trýstið á KÍ málið stórt, men heimaliðið hóraði undan, tá ið Kristian Joensen bjargaði, eftir at miðvallarin Pedro Anton royndi seg úr góðari støðu.

 

Eftir steðgin var veteranurin Hjalgrím Elttør settur í KÍ álopið í staðin fyri málskjúttan Jonn Johannesen, og eisini hjá veteraninum var tað broddur og tyngd í álopspartinum. B68 royndi við álopum í høgru og innleggum, men hóast talan fleiri ferðir var um nær við og næstan støður, so var talan ongantíð um upplagdan málmøguleika.

Í roynd at spenna álopsbogan noyddust gestirnir at sleppa meiri í verjuni, og so skoraði KÍ eitt korter undan leikloki til 2-0 eftir fínt álop. Hjalgrím Elttør sneiddi seg til baklinjuna í høgru og legði út frá til innskifta Eivin Sørensen, sum takkaði fyri og sendi bóltin í málið

 

Fyrsta deild

Ídag

8. umfar

KÍ – B68 2-0

NSÍ – ÍF 1-1

Skála – Giza Hoyvík 1-0

HB – B71 0-1

Suðringar – Víkingur 2-2

 

Støðan eftir átta umfør

871026622
B688602191218
ÍF852127917
NSÍ8521171017
B718404161812
Víkingur8314151610
HB820611116
Skála820611166
Giza Hoyvík81257145
Suðringar80268452

 

 

Níggjunda umfar

Leygardagin 5. mai

ÍF - B68

Víkingur - KÍ

Giza Hoyvík - HB

B71 - Skála

Suðringar - NSÍ