Kærdi rasismudóm og vann

Tað er ikki rasistiskt at samanlíkna nasismu og islam.

Eystara landsrættur hevur í dag sagt dóm í einum máli, har ein dani fyrr í ár varð funnin sekur í rasismu, tí hann í 2013 á Facebook hevði samanlíkna ideologiina islam við nasismu.


Dómararnir í Eystara landsrætti vóru ikki samdur við býrættinum í Helsingør, og fríkendu tí Ole Flemming Nielsen fyri ákærur um rasismu. Ole Flemming Nielsen sleppur harvið undan at rinda 4 dagbøtur á 100 krónur fyri Facebook viðmerkingina.


Eystara landsrættur legði dent á, at viðmerkingin nevndi ideologiin Islam og ikki ávísum persónum.


- Við hesum í huga, og at orðingin brúkti orðini ”ideologiin Islam” og ”Islamistar”, metir landsrætturin í tráð við frágreiðingina hjá tí ákærda, at fráboðanin varð rættað móti islamskari ideologi og islamistum. Tá verjan í revsilógini §266 b, stk. 1, eftir orðalagi og ásetingum ikki umfatar háðan v.m. av einum bólki av persónum vegna teirra ideologi, verður ákærdi fríkendur fyri ákæruna, skrivaði landsrætturin í dóminum.