Granskingarmálaráðharrin, Jytte Hilden hevur boðað frá, at hon ikki tekur við aftur ráðharrasessi eftir at hon ikki varð afturvald á fólkating mikudagin.
Jytte Hilden, sum er kona Mogens Lykketoft, fíggjarmálaráðharra sigur í brævi til Poul Nyrup Rasmussen, forsætismálaráðharra, at hon fer at royna aðrar avbjóðingar.
? Seinastu 20 árini havi eg sum aktivur javnaðarmaður verið býráðslimur, fólkatingslimur og ráðharri. Hesaferð varð eg ikki afturvald í Fólkatingið. Tí havi eg boðað valfelag mínum frá, at eg ikki stilli uppaftur sum fólkatingsvalevni, sigur Jytte Hilden.