Jón Torfi fyrilestur

Nú í dag klokkan 15.30 heldur Jón Torfi Jónasson, professari, fyrilestur við evninum »Avbjóðingar í framtíðar útbúgvingum«.

Nú í dag klokkan 15.30 heldur Jón Torfi Jónasson, professari, fyrilestur við evninum »Avbjóðingar í framtíðar útbúgvingum«.

 

Tað sigur Mentanarmálaráðið í skrivi.
 
Jón Torfi granskar, hvussu útbúgvingar og útbúgvingarskipanir mennast á námsvísindaligu deildini á Háskóla Íslands.
 
Fyrilesturin verður fyriskipaður í sambandi við, at eftirmetingarnevndin, sum Mentamálaráðið hevur tilnevnt fyri Setrið, vitjar í næstu viku.
 
Fyrilesturin verður sum sagt hildin á donskum í auluni á Námsvísindadeildini hósdagin 26. september kl. 15.30.
 
Øll eru vælkomin