Hetta sigur Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins, nú Kristian Magnussen hevur limað seg inn í Javnaðarflokkin.
? Kristian Magnussen fór upp í stemningsbylgjuna, sum var upp undir valið í 1994, og sum bleiv til Verkamannafylkingina. Hann kom á ting saman við tveimum framstandandi fakfelagsleiðarum, sum høvdu sína bakrgrund í Javnaðarflokkinum, og sum gjørdu seg til talsmenn fyri teirri protest, sum var ímóti Javnaðarflokkinum, sum hevði stríðst í kreppuárunum, sigur Jóannes Eidesgaard.
Formaður Javnaðarfloksins sigur, at tað vanliga er, at vit royna at jarðleggja okkara mótstøðumenn. Men hann heldur, at vinningurin er nógv størri, tá mótstøðumenn gerast partamenn. ? Tá er vinningurin dupultur, sigur hann.
Jóannes Eidesgaard vónar, at teir veljarar, sum í 1994 vendu Javnaðarflokkinum bakið og valdu Verkamannafylkingina, nú aftur fara at velja Javnaðarflokkin.
? Serliga nú, tað tveir av topppolitikarunum í Verkamannafylkingini hava meldað út, at teir taka undir við teirri stevnu, sum Javnaðarflokkurin stendur fyri. Her sipar Jóannes Eidesgaard til tað, sum Óli Jacobsen segði her fyri um, at ósemjan millum hann og Javnaðarflokkin var burtur.
Jóannes Eidesgaard sigur, at hann hevur samstarvað nógv saman við Kristiani Magnussen - og við góðum royndum.
? Vit samstarvaðu tá eg sat sum landsstýrismaður í fíggjarmálum. Seinni havi eg eisini samstarvað við honum í fíggjarnevndini, og nú síðstu tíðina, meðan hann hevur verið landsstýrismaður, og eg andstøðutingmaður. Eg haldi, at Kristian Magnussen hevur víst stórt hegni - serliga á heilsu- og almannaøkinum.
? Tað er sanniliga munur á, um vit bera saman við støðuna, sum Ivan Johannesen, landsstýrismaður hevur rent Postfelagið út í - har hann við eitt sindur av politiskum fimi og snildi kundi sloppið undan hesum óhepna verkfallinum, vísir Jóannes Eidesgaard á.
Formaður Javnaðarfloksins heldur tað vera hugaligt fyri flokkin, at ikki bara veljarar, men eisini politikarar leggjast afturat. Hann vísir eisini á, at helmingurin av tingmanning Javnaðarfloksins nú er fyrrverandi landsstýrismenn í heilsu- og almannamálum: Vilhelm Johannesen, Jóannes Eidesgaard og Kristian Magnussen.
? Hetta sigur nakað um, hvat tað er fyri politikki, flokkurin stendur fyri, sigur hann.
? Javnaðarflokkurin hevur ein konstruktivan politikk. Tí eigur Javnaðarflokkurin at vera ein stórur flokkur, eins og javnaðarflokkar eru í øðrum londum, sigur Jóannes Eidesgaard, sum vónar, at úrslitið til komandi løgtingsval eisin fer at vísa hetta.
? Men er einki agg frá Javnaðarfloksins síðu mótvegis Kristiani Magnussen, sum var ein av orsøkunum til vánaliga valúrslitið hjá Javnaðarflokkinum seinast?
? Nei, tað er tað ikki. Nú veit eg ikki, um tað er mín veikleiki, men eg havi skjótt við at fyrigeva og gloyma, go eg vóni, at onnur eisini kunnu gera tað, tá eg sjálvur geri feilir. Demokratiið er soleiðis háttað, at fólk kunnu gera okkurt, sum liggur uttanfyri - uttan at tey skulu hoyra fyri tað restina av lívinum. ? Tað er altíð positivt og gott, at fólk gerast klókari, sigur Jóannes Eidesgaard, sum við vónum um gott og mennandi samstarv ynskir Kristani Magnussen vælkomnum í Javnaðarflokkin.