Joan vann DM

Sunnudagin vann Joan Bláfoss danska meistaraheitið í duathlon, har rennast skuldu 20 kilometrar og súkklast 60

Duathlon

Tíðindaskriv:

 

Kappingin var fyrsta duathlon kapping hjá Joan í næstan hálvt triðja ár, og var hetta fyrstu ferð hon skuldi royna seg í elite-bólkinum og á tí langa teininum. Venjingin seinasta mánaðin hevði gingið framúr væl, og Joan hevur betrað seg bæði á súkkluni og í renningini.

 

Hørð kapping

Í kvinnubólkinum vóru serliga tríggjar kvinnur, sum vónirnar vóru stórar til. Tá Joan ikki áður hevur stillað upp í elite-bólkinum í duathlon, var hon ikki millum favorittarnar. Tó skuldi tað vísa seg at longu á fyrsta rennitúrinum lá Joan millum fremstu kvinnurnar.

 

Javnar inntil seinasta rennitúrin

A súkkluni var Joan støðugt við millum tær fremstu, sum ikki høvdu stórvegis frástøðu fram til fremstu kvinnuna. Somikið stuttari frástøðu, at longur eftir nøkrum fáum hundrað metrum av seinna renningarteininum megnaði hon at leggja seg á odda.

Og so var “bara” at halda tørn seinastu 10 kilometrarnar. Hetta eydnaðist so eisini væl og virðiliga hjá Joan, sum kom á málið nærum tveir minuttir undan næstbesta íðkaranum.