Føroyski landsliðsspælarin, Jóan Símun Edmundsson, byrjar í dag inni fyri Arminia Bielefeld í venjingardysti móti FC Gütersloh.
Les eisini:Bielefeld er eitt stórt felag
Toftamaðurin royndarvenur í hesum døgum við týska felagnum, Arminia Bielefeld, sum spælir í næstbestu deildini. Í kvøld fær Jóan Símun so møguleikan at prógva seg.
FC Gütersloh spælir í eini økisdeild, sum er ein partur av fimtbestu deildini í Týsklandi.