Jimmy Carter fær hospiceviðgerð – vil brúka síðstu tíðina heima

Eftir at hava verið á sjúkrahúsi fleiri ferðir hevur Jimmy Carter gjørt av at brúka síðstu tíðina heima saman við familjuni.

 

98 ára gamli Jimmy Carter var demokratiskur forseti frá 1977 til 1981. (Arkivfoto). - Foto: John Amis/Reuters

Fyrrverandi amerikanski forsetin, Jimmy Carter, fær hospiceviðgerð í heimi sínum, har hann vil vera síðstu tíðina.

Tað upplýsir felagsskapurin The Carter Center, sum hann stovnaði saman við konu síni, Rosalynn Carter, í 1982.

Fyrrverandi forsetaparið býr í Plains í statinum Georgia.

– Eftir fleiri vitjanir á sjúkrahúsi gjørdi fyrrverandi amerikanski forsetin Jimmy Carter í gjár av at vera heima saman við familjuni ta síðstu tíðina og har fáa hospiceviðgerð í staðin fyri medisinska viðgerð á sjúkrahúsi, skrivar felagsskapurin á Twitter.

Í august í 2015 segði Carter, at hann hevði fingið staðfest krabbamein í heilanum. Hannvar fyri tað skorin fyri krabba í livrini, men sjúkan hevði spreitt seg.

– Eg havi havt eitt frálíkt lív. Eg havi havt fleiri túsund vinir, og eg havi havt eina spennandi og ævintýrkenda tilveru, segði hann.

Carter fekk stráluviðgerð og fekk eisini nýggja heilivág. Seinni sama ár vísti ein skanning, at krabbasjúkan var burtur.

Serliga eftir 2019 hevði fyrrverandi forsetin trupulleikar av, at hann datt í heiminum. Avbjóðingin endaði millum annað við eini brotnari mjødn, skaða í pannuni, eitt blátt eyga og skaða í kokuna.

Serliga skaðarnar í høvdinum og bløðingar innvortis gjørdu, at Carter í 2019 mátti undir skurð fyri at fáa linnað trýstið í heilanum.

98 ára gamli Jimmi Carter var demokratiskur forseti frá 1977 til 1981.

Etir bara eitt skeið sum forseti tapti hann ímóti republikanaranum Ronald Reagan.

Skeið hansara sum forseti minnast vit ofta fyri trupulleikarnar, sum USA fekk við Iran.

Eftir islamisku kollveltingina í Iran í 1979 tóku iranskir studentar amerikanarar sum gíslar á amerikonsku sendistovuni í Teheran.

52 amerikanarar vóru framvegis gíslar undir amerikanska valinum í november í 1980, og tá vann Ronald Reagan á Carter.

Stutt eftir valið vórðu gíslarnir latnir leysir eftir 444 dagar.

Men Carter hevði eisini væleydnaðan uttanríkispolitikki, serliga við friðaravtaluni frá 1978 millum Ísrael og Egyptaland.

Eftir tíðina í Hvítu Húsunum gjørdist hann semingsmaður í ymsum stríðum, hann tók lut í humaniterum arbeiði, og hann hevur í fleiri ár verið stríðsmaður fyri mannarættindum.

Í 2002 fekk hann Nobel friðarheiðursløn fyri drúgva arbeiði fyri einum betri heimi.

/ritzau/

 

 

 

98 ára gamli Jimmy Carter var demokratiskur forseti frá 1977 til 1981. (Arkivfoto). - Foto: John Amis/Reuters