Javnleikur í Havn og stórsigur til KÍF

Tveir dystir eru spældir í Atlantic Airways kappingini

 

Í høllini í Kollafirði vann KÍF heili 36-14 á Team Klaksvík. KÍF var á odda 16-11 ímóti Team Klaksvík í steðginum, Team Klaksvík var annars væl við ta fyrstu løtuna, og vóru teir eitt skiftið á odda 8-7, men í seinna hálvleiki vann KÍF Team Klaksvík niður.

 

Í høllini á Hálsi í Havn var ein dramatiskur dystur millum Kyndil og Neistan, sum endaði við javnleiki 22-22. Kyndil var á odda 13-9 ímóti Neistanum í steðginum. Eitt skiftið var Kyndil á odda 12-6. Veteranurin í Kyndla-málinum, Erlendur Johannesen varð serliga eyðsýndur í fyrra hálvleiki. Neistin hevði eina sera góða gongd í byrjanini av seinna hálvleiki, tá teir vendu 9-13 til 15-15. Neistin javnaði til 22-22, tá 45 sekund vóru eftir av dystinum. Kyndil hevði eina roynd á neistamáli, sum var bjargað, og tískil gjørdist talan um eitt stig í part.

 

H71 og VÍF spæla í Hoyvíkshøllini klokkan 18 í kvøld.

 

Støðan áðrenn H71 og VÍF hava spælt :

 

1. KÍF 12 dystir 19 stig

2. VÍF 11 dystir 15 stig

--------------------------------

3. H71 11 dystir 14 stig

4. StÍF 12 dystir 13 stig

5. Kyndil 12 dystir 13 stig

6. Neistin 12 dystir 8 stig

7. Team Klaksvík 12 dystir 0 stig