Jaspur við nýggjum: Onki gjørt við tónleik síðani "Tulipanærina"

Men til ber at rógva aftur á aftur, ella gera come back, og tað ger Jaspur Petersen nú. Hann gevur nú eitt lag út.

Jaspur Petersen var við, tá kendi og argandi bólkurin Harkaliðið kom fram. Hetta er í árunum kring 1970. Men hann helt ikki fram, og Jaspur hvarv av føroyska tónleikapallinum. Tó setti hann sær onkran varða, tí millum annað legði hann rødd til sangin "Tulipanærin".

 

Nógv vatn er runnið síðani Tulipanærin ljómaði í 1970, og árini frameftir.

 

Men til ber at rógva aftur á aftur, ella gera come back, og tað ger Jaspur nú. Hann gevur nú eitt lag út.

 

Fyri nøkrum døgum síðani skrivaði Holgar Jacobsen soleiðis á Facebook:

 

Lagið kallast ”At laða garð”. Tað er Jaspur Petersen, ið skrivað hevur orð og lag.

 

Jaspur syngur og spælir harmoniku. Niels Midjord syngur og spælir tvíarmaðan svenskan

 

lutt.

 

Jaspur hevur einki útgivið av tónleiki, síðan hann var í Harkaliðnum fyrst í sjeytiárunum, hann sang

 

millum annað ”Tulipanærina”.

 

Niels kenna vit frá eini rúgvu av útgávum, her spælir hann tvíarmaðan svenskan lutt, og tað er helst fyrstu

 

ferð, at hetta ljóðføri er upptikið í Føroyum, so her skrivaði Niels aftur søgu. Tíverri náddi Niels ikki at

 

uppliva hesa útgávu, hann fór um sýnina áðrenn.

 

Holgar Jacobsen hevur staðið fyri upptøkuni, og hevur ljóðblandað. Dánjal Tavsen hevur mastrað.

 

Lagið verður tøkt á Spotify um stutta tíð.

 

Lagið er at hoyra her: 

 

At laða garð - YouTube

 

 

 

Harkaliðið, tá Tulipanærin kom út, og Jaspur var við, árið er uml. 1970

 

##med2##