Janus Rein hevur tikið seg úr Framsókn

Janus Rein umboðar ikki longur Framsókn í Løgtinginum. Tað boðar Janus Rein sjálvur frá í tíðindaskrivi nú seinnapartin. Janus sigur, at hann nú er uttanflokkatingmaður, og so leggur hann aftrat:

-Eg havi stóra virðing fyri arbeiðinum, ið formaðurin og onnur góð fólk hava lagt í verkætlanina Framsókn. Kortini má eg staðfesta, at samstarvið millum meg og formannin í longri tíð, síðani løgtingsarbeiðið byrjaði, als ikki hevur verið nøktandi. Hetta er orsøkin til, at eg havi valt at melda meg úr flokkinum.

Sum uttanflokkatingmaður ætlar Janus Rein at taka støðu frá máli til mál. Fyribils hevur hann ongar ítøkiligar ætlanir um at skifta í annan flokk.

-Eg ætli mær framvegis at vera trúfastur móti teimum málum, sum mínir veljarar valdu meg á Føroya Løgting at virka fyri. Áhugin fyri politikki er stórur, og eg havi fleiri politisk mál, sum eg fari at stríðast fyri tað, ið eftir er av valskeiðinum,vísir Janus Rein á.

Framsókn vann tvey umboð, tá ið flokkurin fyri fyrstu ferð bjóðaði seg fram á løgtingsvalinum 29. oktober 2011. Tey vóru Janus Rein og floksformaðurin Poul Michelsen.