Framtíðar menning byggir oftani á herðarnar: royndirnar og úrslitini hjá øðrum.
Soleiðis hevur eisini verið við oljuleiting kring heimin, sum hevur flutt seg frá einum øki til eitt annað. Eru kolvetni funnin í einum ávísum parti av heiminum hevur tað skapt áhuga fyri at leita í grannalagnum.
Tí er tað avgjørt við til at halda lív í áhuganum fyri tí føroyska leitingarøkinum, at tað er stórur aktivitetur í tí hetlendska leitingarøkinum. Tað segði Jan Müller í tíðindasendingini hjá Rás2 klokkan 17.
Ì ljóðbrotinum undir greinini ber til at hoyra samrøðuna við Jan Müller.