Jacob Lützen: Byrjaði at framleiða dósamat í Føroyum

Tað var av tilvild, at Lützen-ættin kom til Føroya. Heppið var tað, tí henda ætt hevur eisini havt sína gagnligu ávirkan á okkara samfelag

Partur nr. 150



Jacob Lützen var sonur Andreas Christian Lütz­en, sum kom til Havnar úr Danmark í 1838 at vera eina­lærari við almúguskúlan. Hann giftist skjótt við Evu úr Baianstovu, kend fyri sín dugnaskap. Tey eru fyrr umrødd í hesi røð.
Her skal bert komast inn á handilsskapin hjá Andreas. Helst hevur læraralønin ikki verið so høg, so hann er farin at handla, eftir at eina­handilin varð avtikin í 1856.
Jacob var tann einasti av systkj­unum, sum bleiv ver­andi í Havn alla sína ævi. Helst hevur hann verið í handils­læru hjá einum av stór­handl­unum í Havn, frá tí skúla­tíðin til hann var eini 20 ár.
Jørgen Bech & Sønner keypti úthandilin hjá eina­handlinum í Klaksvík. Teir settu á stovn úthandlar í fleiri bygdum við Klaks­víkar­handlinum sum mið­depil. Tað gjørdu teir eisini í Havn.
A.C. Lützen stóð fyri hesum handli frá 1858 til 1871. Hann handlaði fyrst í Lille Christinestue.
Men í 1870-unum keyp­ir Jørgen Bech & Sønner Fúta­stovu frá Hand­verks­skúlan­um. Í 1871 yvir­tekur Jacob Lützen, 31 ára gamal, handilin frá pápanum og flytir hann yvir í Fútastovu. Hetta verður størsti út­handilin hjá Jørgen Bech & Sønner.
Skipsfiskiskapurin var stórur í Havn um hetta mundi, og handilin keypir eina rúgvu av saltfiski, sum verður virkaður til klippfisk. Í 1896 verður her gjørd ein »Fisketørringsanstalt« til eftir­­turking inni, og er hetta fyrsta millumlið í um­­legg­ingini frá úti- til inniturking.
Giftist við
dóttir Restorff
Jacob giftist við Henriettu, vanliga kallað Jetta, dóttir gamla Restorff. Hann bygdi sethús niðast við Ting­húsvegin, eystanfyri. Í 1906 byggir hann so uppí sethúsini suðureftir. Tá er helst brúgv løgd um Havnar­á við samband til Amt­mans­brekkuna. Handil í Suður­endanum á húsunum skuldi ligið væl fyri. Hetta gjørd­ist tann kendi handilin hjá Jacob Lützen við Áarvegin.
Ovaru hæddina nýtti son­urin Valdemar til íbúð, inntil hann bygdi húsini í Rættará seinast í 1920-unum.
Jákup var farin um tey seksti, tá ið hann byrjaði egn­an handil uppi við Áar­vegin. Hann hevur tá helst merkt, at eingin av syn­un­um hevði hug til at fara inn í fiskivinnuna. Tí er tað kanska, at hann hevur slept Fútastovu við teirri fiskaturking o.ø, ið hartil hoyrdi.

Útróður í Íslandi
Tað hevur nokk so nógv verið greitt frá útróðri til lands í Íslandi í Miðvikuni. Her var Jacob Lützen eisini við.
Í 1888 og 1889 hevði hann fleiri lýsingar í Dimma­lætting eftir fólki. Tann 8. desember 1888 søkti hann eftir ikki færri enn 116 útróðrarmonnum at koma til Vopnafjørðin árið eftir.
Tann 29. desember søkir hann eftir 10 røskum før­oy­sk­um gentum at arbeiða fisk á Vopna­­fjørðinum. Lønin var kr. 35 um mánaðin og fría ferð.
Jacob hevur helst lýst sum umboðsmaður fyri íslendingar og norðmenn.
Fyrst í 1889 lýsir Jacob við, at tað ber til at fáa ferðaætlan fyri postskipasambandið millum Keypmannahavn, Leith, Føroyar og Íslands fyri 10 oyra stk. Hesa lýsing hevur hann sum kassameistari hjá Færø Amtstidendes Bogtrykkeri.

Ny Fabriksvirksomhed
Í 1896 keypti Jacob Lützen fabrikkina hjá Østrøm á Skálatrøð, og hann stovnaði spinnarí har við Johan Even­sen sum leiðara. Seinni byrjaði Johan egið virki við Sandá.

Dimmalætting skrivar um aldarskiftið:
I Slutningen af forrige Aar have Dhrr Købmand J. Lützen & Søn (Valdemae) paabegyndt en ny Virksomhed i den gamle Fabriksbygning, nemlig med henkogning af Fisk. Vi have prøvet en daase af Fiskeboller, der saa vidt vi kunde skønne i enhver henseende kan maale sig med det bedste norske Fabrikat af denne Artikel.
Det er kun godt og vel 50 Aar siden, at Klip­fisk­tilvirkningen begyndte her paa Øerne. Siden da er der ikke bragt nogen ny variation af fisk som Handelsvare.
Da lignende Fabriks­virk­somhed, som den der nu er paabegyndt her, med Fordel drives paa flere Steder i Norge, hvor Fisken hverken er bedre eller billigere end her, maa man haabe, at den her begyndte Virksomhed maa have en Fremtid for sig. Navnlig kunne vi ikke tænke os andet end, at afsætningen til Danmark, hvor der er indførselstold paa det norske Fabrikat, maa kunne blive betydelig.
Henda framleiðsla kom eisini at halda fram til seinna heimsbardaga. Umframt fisk var eisini fuglur og enntá hara niðursjóðað.

Mong álitisstørv
Jákup hevði annars mong álitisstørv. Í í býarstýrinum sat hann eini 20 ár, 1874-79 og 1880-1895. Í stjórn spar­i­kassans sat hann frá 1897 til 1906, eisini var hann grann­skoðari í sparikassanum.
Í nevndini fyri Føroya Banka sat hann frá tí, bankin var stovnaður til sín doyggjandi dag. Franskur vara­konsul var hann í 1895, og var starvið í ættini til fyri fáum árum síðani. Hann um­boð­aði eisni Lloyds Agency.
Jacob var eisini ein stovn­ari av Havnar Sjúkra­kassa í 1886, og hann var í fyrstu nevndini.

Ættin
William Heinesen skrivar í ikki prentaðari lýsing av sínum ættarfólki, at »M.C. Restorffs yngste Datter Henriette var lille og rund med høj Pande og en troskyldig naiv Mund. Hun bar Briller og var noger Vindøjet.
Jacob Lützen var en høj, statelig Mand af fast, vindskibelig Karakter. Hans klare Omdømme og gode indsigt i lokale For­hold gjorede ham til en slags Raagiver for danske Em­beds­mænd, som han omgikkes hyppigt og gerne. Moder skildrer ham som en elskværdig og spøge­fuld Mand af en snart strikst­koket, snart noget vranten Optræden. »Tante Jette« var hans tro og føjelige Følge­svend. Forholdet mell­em Ægtefællerne har ikke været uligt det mellem gl. Restorf og hans Kone.«
Um hana skrivar William m.a.:
»Hun synede ikki meget ved siden af sin Mand, som hun i enhver henseende føjede sig efter. Hun var stilfærdig, venlig og ligefrem.«
Øll uttan Valdemar, Herluf og Knud fluttu til Danmarkar og eiga nógvar eftirkomarar har. Ein serliga kendur ver­sonur var »onkel Aage«, sum giftist við Kirstin. Hetta var Aage Vedel við heitinum vice­admiral. Hann var víða gitin á nógvum økjum. Hann skipaði í 1943 fyri at søkkja allan tann danska herflotan at forða fyri, at hann fall í hendurnar á týskarum.


Komandi partur
fer at snúgva seg um Elsu, Helgu og Nyholm Debes