Jórun Jacobsen 60 ár

Týsdagin 18. mars fylti Jórun Jacobsen í Klaksvík 60 ár. Hon er dóttir Jógvan Hansen og Hannu í Ánunum, sum búð á Kósini í Klaksvík.
Jórun tók millumskúlaprógv í Klaksvík í 1959 og var seinni á háskúla í Danmark. Hon giftist í 1962 við Dánjali Müller Jacobsen, sum var sonur Annu Müller úr Porkeri og Esmar hjá Jóan Jakku á Viðareiði. Jórun og Dánjal fingu fýra børn: synirnar Johnni 1964, Esmar 1969 og Kára 1975 og dóttrina Annu 1977.
Dánjal sigldi úti. Hann fekk malaria, tá hann var staddur í Nigeria við donskum skipi, sum hann var skipari á. Hann varð lagdur inn á sjúkrahús í Las Palmas á Gran Canaria, har hann doyði fáar dagar seinni, 60 ára gamal.