Stýrið fyri Heimatænastuna í Vágum hevur sett Jóngerð M. Nielsen í starv sum leiðara fyri heimatænastuna, og hon byrjar í starvinum hin 1. oktober í ár.
Nýggi leiðarin er 46 ár og útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur. Hon hevur eisini diplomleiðaraútbúgving í leiðslu.
Jóngerð M. Nielsen hevur drúgvar starvsroyndir sum deildarleiðari í sjúkrahúsverkinum og á eldraøkinum, og hon hevur eisini royndir sum leiðari innan barnaverndarøkið.
Vegna stýrið fyri Heimatænastuna ynskir Eyðdis Hartmann Niclasen, stýrisforkvinna, nýggja leiðaranum tillukku við starvinum, góða eydnu og vælkomnari í Vágar.