Jólamaðurin uttan vinnubræv

Linjohn Christiansen, skipari
----------

Nú er nakað síðani, hann fór um sýnina, altíð positivur og trúgvur móti sínum. Líkamikið um tíðirnar eru góðar ella minni góðar; ein pakki verður tað altíð. Hann hevur altíð eina loysn, og er royndur á økinum - Teoretisk vitan, royndar vitan og síðani vísdómur.
Samgonguni er onki galið við. Trupulleikin er, at uppgávan er ov stór.
Fleiri serfrøðingar hava staðið frammi um høgtíðina. Spell, at so lítið positivt er komið fram. Bert krittikkur uttan loysnir. Hinvegin, orðini hjá Bispi, um at hugsa positivt kunnu loysa nógv negativt, eru vísdómur.
Tá vísmennirnir velja at siga, at neyðugt er vid bygnaðarbroytingum uttan at siga meira, kundu teir eins væl sagt jarðskjálvti. Vit burdu væntað okkum meira av fólki við so góðum útbúgvingum. Tað ljóðar sum bert orðaspæl fyri onki skeivt at siga. Samfelagið hevur goldið útbúgvingina, bjóðað teimum heimaftur og sett tey í góð størv. Hetta er alt gjørt við tí fyri eyga, at nýtímansgera okkara samfelag øllum at gagni. Tí er slíkt uttanumtos spell. Vit luttaka øll í kreppuni.
At hækka skattin ella minka útreiðslurnar er onki svar. Hvat loyvir pengapungurin hjá fólki? Loyvir hann tí ikki, kemur ongin króna inn og avgjøldini minka í sama mun.
Eitt annað, ið fekk meg at stúrsa við ein dagin, var ein dagin, gott nokk vóru tíðirnar betur, at samfelagið væl toldi at flotin kundi leggjast nøkur ár – Halló!, 95 % av okkara útflutningsvirði kemur úr havinum. Hvat fyri lyklarhol verður hugt ígjøgnum?

Bygnaðarbroytingar
Ongar bygnaðarbroytingar higartil bera brá av effektiviteti, smidligheid ella at bíligari, heldur tvørtur í móti:

1. Barnaansingarøkið, ið lagd varð til kommunurnar vaks frá eini útreiðslu á 10% til í dag at liggja millum 20% -30%
2. Eldraøkið verður útbygt eftir einum leisti, ið er sera sera kostnaðarmikil. Ein skipan, sum onnur lond ganga burtur frá
3. Kommunuálitið hevur tikið 20 ár. Hetta er long tíd sæð í ljósinum av, at tað tók bert sjey dagar at skapa allan heimin. At hava 5, 7 ella 8 mikroeindir fyri at spæla stórur er ongin sparing. Tann komandi útjavningin kann skjótt svinna í meiri útreiðslum. Var barnaansingarøkið stórt at leggja til kommununar, verður eldraøkið mangt slíkt. Tí er umráðandi, at kommunurnar - stórar sum smáar - verða við í allari tilgongdini. Tey gomlu skulu øll hava ein virðiligan aldurdóm, tí vit eru bert stór, tí vit standa á teirra herðum.
4. Nýggja fólkaskúlalógin verður nú aftur reviderað, men hesaferð eftir Sudoko-modellinum. Krónurnar skulu passa bæði uppeftir og tvørturum. Hini virðini, t.e. ymiskleikin, barnið, heimið og bygdarskúlin telja minni - øll skulu í stóra pott. Í dag er næstan ógjørligt at síggja mun millum eina vanliga blómu og einari úr plastikk. Munurin er sjálvsagt stórur, onnur hevur rót og hin ikki. Rótin ger, at blóman mennist og verður sterk at standa ímóti tá stormarnir ýla - eitt gott støði. Plastikkblóman hevur ikki fingið hendan so týðandi møguleika at standa ímóti við, men verður happað av hvørjum vindblaki. Eg eftirlýsi tey sunnu virðini, kærleikan, trygdina, tíðin at vakna, tey fyrstu fetini, bygdarskúlan og heimið. Eitt trygt og gott støði at standa á, har mótburður kann blíva til menning. Hvat er hetta fyri ein ný-føroyingur vit leita eftir, modell stóri pottur? Hava smáu bygdarskúlarnir ikki ment nógvar tungvektarar á øllum økjum í samfelagnum?

Nýggj skattaskipan
Nú skriftin sæst á vegginum, at neyðugt er við einum bíligari samfelagi, er gott høvi tvørpolitiskt at finna fram til eina nýggja, einfaldari og føroyska skattaskipan. Skattaskipanin skal vera eitt lokomotiv, har tú kann
1) Forvinna tað tú vil
2) Verja tey lágløntu
3) Niðurlaga rentustuðulin og
4) Hágmark fyri inngjald av eftirlønum.

1. Eitt fast skattaprocent uttan mun til inntøku á 34% ella 38%, alt eftir hvussu vit niðurlaga rentustuðulin.
2. Allir løntakarar fáa ein mánaðarligan botnfrádrátt á 5.500,- kr, og við hesum verða grundupphæddirnar av fólkapensiónini og samhaldfasti ikki skattað.
3. Um rentustuðulin verður burtur eftir tveimum árum, verður skattaprosentið 34, og eftir 15 árum 38% .
4. Hágmark fyri inngjaldi av eftirlønum 4.000,- kr um mánaðin.

This is a non-profit organisation – please help us change!

Hýsan og grindin
Lítið hjálpti tað, um navnið var Paul McCartney, Paul Watson ella Greenpeace. Fjøldin Føroyar stóð øll saman og vardi borg, tá útheimurin royndi at gera seg inn á okkara grindadráp. Vit vunnu so ruddiliga.

Verri er við hýsuni. Innanhýsis klandur og stríð, briks og kall um vánaligan fiskivinnupolitikk, vánaliga fiskidagaskipan, ov høgt veiðutrýst, vánaliga tilgongd, ikki burðardygt og nógv nógv annað. Hevði tað bert verið hjá okkum sjálvum – Well! Verri er tá farið verður út um landoddarnar at standa á altjóða pallinum og gita um fisk, har alt tað negativa kemur av mannaávum. Úrslitið kenna vit. Kundin vendir føroysku hýsuni bakið. Tí er alneyðugt at standa saman og verja borg, júst sum við grindamálinum.

Eitt hugskot er at koyra Havstovuna undir Bisp. Jógvan Fríðriksson er vísur, semjusøkjandi og hevur royndir. Mangan fløkustampin hevur hann eisini greitt sárhentur. Eitt er givið – politiska skipanin, vinnan og havfrøðin mugu ganga hond í hond. Ella endar tað sum hjá falli Romverja. Hvør er tá betur enn Bispur?

Heildin er størri enn summin av teimum ymisku deildunum.
Niðurstøða
Tað vildi verið utopi at ímynda sær, at ein næmingur frá Vinnuháskúlanum, ið júst hevði fingið prógv sum skipsførari uttan siglingstíð, hevði fingið starv á ovastu rók á Oasis of the Seas. Vinnubrævið loyvir tí ikki, hetta krevir royndarvitan. Vinnubrævið sigur, hvar á menningarstiganum byrjast skal.
Skifta vit Vinnuháskúlan út við RUC, CBS ella Oxford Brooks, tá er ikki neyðugt við nøkrum vinnubrævi, teoriin er nokk.
Seti mær ofta spurningin eru vit roynd ella vís nokk at gera bygnaðarbroytingar, ið samsvara einum mikrolandi mitt úti í Atlantshavinum - blívur tað ikki bert til Yvirbygnadarbroytingar?

Um eitt lítið ár so dagar hann undan aftur, kósin tann sama beint á takið og niður gjøgnum skorsteinin. Ein kundi næstan trúð, at jólamaðurin var uppvaksin á Oyrasundskollegienum.


Umborð á Akamalik, ávegis til Nuuk at skifta fólk.