Í hesi løtu er Hans Jacob Joensen, fráfarandi biskupur, í ferð við at vígja Jógvan Fríðriksson til fyrsta biskup í tí yvirtiknu føroysku fólkakirkjuni
Biskupsvígslan verður send í útvarpi og sjónvarpi hjá Kringvarpinum.
Áðrenn vísgluna varð Jógvan Fríðriksson tilnevndur biskupur av løgmanni í Tinganesi. Við til vígsluna eru umframt løgmann eisini Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum og útlendskir gestir.
Vígslan byrjaði við skrúðgongu úr Arnes Minde ? grannahúsunum hjá Havnar Kirkju ? har føroysku prestarnir og útlendsku biskuparnir vóru við.
---
Sendingin hjá sjónvarpinum hjá Kringvarpinum kann síggjast her nakað eftir at sendingin er liðug.<a>