Jógvan Dahl fyribils skúlastjóri í Fuglafirði

Ólavur Thomsen, sum hevur verið skúlastjóri í Fuglafirði seinastu árini, er farin í farloyvi.

 

 

 

Uttanríkis- og mentamálaráðið hevur sett Jógvan Dahl sum fyribils skúlastjóra við Fuglafjarðar skúla.

Ólavur Thomsen, sum hevur verið skúlastjóri í Fuglafirði seinastu árini, er farin í farloyvi.

Í Fuglafjarðar skúla eru 289 næmingar í 1 .- 10. flokki. Her starvast 32 lærarar, skrivari, tveir húsavørðar og tríggir námsfrøðiligir stuðlar.

Hin 1. august í 2020 varð Berlys Nordendal sett í tíðaravmarkað starv sum varaskúlastjóri fyri Randi Larsen, sum er í farloyvi.