Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum skilir ikki viðmerkingarnarnar, sum Kommunusamskipan Føroya hevur til ólavsøkupakkan. Kommunusamskipanin boðaði í tíðindaskrivi í morgun frá, at eftir hennara tykki tekur landsstýrið kvørkratak á kommunurnar við ólavsøkupakkanum. Millum annað fýltist felagsskapurin á, at landskassin skal hava ein størri part av partafelagsskattinum, og at strandfaraskipini skulu ikki rinda havnagjald longur.
Men Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður, segði við útvarpið hjá Kringvarpinum í kvøld, at hann skilir als ikki orðini hjá Kommunusamskipanini.
Landsstýrismaðurin segði, at hann hevur havt fund við Kommunusamskipanina og Føroya Kommunufelag um innihaldið í ólavsøkupakkanum, og at tá høvdu kommunurnar onga viðmerking.
Jóannes Eidesgaard helt, at tað er ikki annað enn rímiligt, at strandfaraskipini sleppa undan havnagjaldi, tí onnur almenn skip so sum skipini hjá fiskiveiðieftirlitinum rinda ikki havnagjald.
Um partafelagsskattin segði landsstýrismaðurin, at skipain er skeiklað tey seinnu árini, og at samgongan nú roynir at rætta tað skeiklaða uppaftur.