Fyrsta apríl tekur Jóanis Erik Køtlum við sum stjóri í heilsustýrinum í Grønlandi, sum eisini umfatar fyribyrging, sigur grønlendska útvarpið á síni heimasíðu, haðani eisini myndin er.
Tann 47 ára gamli Jóanis Erik Køtlum er í løtuni virkandi aðalstjóri í Heilsumálaráðnum, har hann annars er deildarstjóri og hann hevur drúgvar royndir úr umsitingini í Heilsumálaráðnum og hann hevur eisini verið virkandi stjóri á Landssjúkrahúsinum okkurt skifti.










