Ein úrskurður í mannarættindanevndini í altjóða felagsskapinum, ST, staðfesti í 2007, at Íslendski staturin gjørdi mannamun við at lata fiskivinnurættindi til einstaklingar, sum so antin kunnu selja tey víðari, ella leiga tey út til onnur fyri stórar upphæddir.
Í Íslandi vóru tað einans skip, sum vóru í flotanum í tíðarskeiðinum 1980 til 1983, sum kundu fáa kvotur frá statinum og hetta kemur undir antidiskriminatiónsregluna í ST regi, metti ein meirluti í mannarættindanevndini.
Tað vóru tveir fiskimenn, Erling Sveinn Haraldson og Örn Snævar Sveinsson, sum kærdu dómin hjá hægsta rætti í Íslandi fyri mannarættindanevndini í ST.
Meirlutin staðfesti sostatt í 2007, at íslendski staturin hevur forbrotið seg móti diskriminatiónsgreinini í mannarættindasáttmálanum við at deila fiskikvotur út til nakrar reiðarar, meðan aðrir ikki fingu lut í kvotunum.
Tað, at kvoturnar ikki vórðu lætnar fyribils, men kundu seljast víðari ella leigast út til marknaðarprís, ístaðin fyri at fella aftur til statin, sum kundi skriva tær út til onnur, lá til grund fyri, at Ísland var mett at bróta ásetingarnar um diskriminatión í mannarættindasáttmálanum.
Niðurstøðan var, at Erlingur Sveinn Haraldson og Örn nævar Sveinsson skuldu hava endurgjald frá íslendska statinum
Hetta er tó ikki nøkur avgerð, sum er løgfrøðiliga galdandi, sigur Halgir Winther Poulsen
- Tú kanst brúka hugtakið politiskt, sosialt og út frá einum rættvísissjónarmiði, men løgfrøðiliga hevur hetta einki at siga, sigur hann.