Sjúkrahúsverkið skrivar, at hjá teimum sum fáa Ozempic, kann heilivágurin gerast nógv dýrari enn áður. Ískoytið verður eisini strikað á øllum reseptum, ið eru skrivaðar áðrenn tann 25. november.
Tey ið fáa heilivágin kunnu seta seg í samband Steno Miðstøðina, har kann greiðast fáast á, ískoyti framvegis fæst til heilivágin, ella um annar heilivágur hóskar seg betur.
Hevur kommunulækni veitt Ozempic-viðgerðina, skal sjúklingurin seta seg í samband við kommunulæknan.