Forsætisráðharrin í Ísrael, Benjamin Netanyahu, sigur, tað fremsta málið hjá ísraelsku stjórnini er at forða fyri, at Iran fær hópoyðingarvápn.
-Tað snýr seg heilt einfalt um tilveru landsins, segði Netanyahu, tá hann nú um jólini fór undir valstríðið upp undir tjóðartingsvalið, sum verður tann 22. januar. Á einum valfundi hjá Likud-flokkinum segði Netanyahu, at hann metti seg vera tann, sum er best førur fyri at stýra Ísrael í einari tíð, tá landið er fyri ágangi úr Gaza-geiranum og Iran.
Í heyst segði ísraelski forsætisráðharrin, at iranar eru komnir rættiliga langt á kjarnorkuøkinum, og at teir helst verða førir fyri at gera ta fyrstu kjarnorkubumbuna næsta ár.
Á valfundinum gjørdi Netanyahu lítið burtur úr friðarsamráðingum við palestinar. Ísrael hevur verið fyri hvøssum atfinningum, síðani stjórnin fyri stuttum kunngjørdi, at hon hevði góðkent tvær ætlanir um at byggja nógvar íbúðir afturat á Vestara Áarbakka. ST, ES og USA hava sagt, at búsetingarpolitikkurin kann forkoma øllum møguleikum at fáa eina varandi semju millum ísraelsmenn og palestinar.
Hinvegin er tað líkt til, at ísraelsmenn taka undir við politikkinum hjá Netanyahu-stjórnini, tí meiningakanningar vísa, at Likud-flokkurin verður nógv tann størsti í tinginum aftan á valið í januar.










