Innanhýsis kríggj í Bush-stjórnini

Amerikanska stjórnin gongur í bólkum, og rættiligt rok er millum týðandi bólkar og ráðharrar í stjórnini.

Ein av teimum erkakonservativu og týðandi amerikonsku politikarunum viðgongur bart út, at kríggj er í stjórnini hjá George W. Bush, forseta.

-CIA er í opnum stríði við Hvítu Húsini, og als einki samstarv er millum uttanríkisráðið og verjumálaráðið, skrivar William Kristol í grein í blaðnum Weekly Standard, har hann lýsir viðurskiftini sum innanhýsis kríggj. Kristol verður vanliga roknaður sum ein av fremstu stuðlunum hjá Bush, forseta.

Upprunin til rokið er sambært eygleiðarum avgerðin hjá frosetanum at seta Donald Rumsfeld, verjumálaráðharra uttanfyri, tá forsetin herfyri setti ein bólk, sum skal virka fyri støðugum viðurskiftum í Irak. Vanliga verður ein tílík uppgáva hildin at hoyra verjumálaráðnum til, men Bush valdi ístaðin at lata Condoleezzu Rice, trygdarráðgeva fáa uppgávuna. Eygleiðarar tulka hetta sum eina roynd hjá frosetanum at doyva leillutin hjá Rumsfeld og øðrum heykum í stjórnini, nú valstríðið upp undir næsta forsetavalið fer at nærkast.

Bretska blaðið The Financial Times skrivar, at avgerð forsetans kann eisini hava samband við, at Condoleezza Rice og hini í tjóðskaparliga trygdarráðnum halda, at verjumálaráðið hevur tikið fleiri av teirra uppgávum, og at tey nú vilja hava tær aftur.

Tá Donald Rumsfeld mikudagin varð spurdur, hvussu tað bar til, at hann ikki hevði fingið skrivið um tann serliga Irak-bólkin, var tað týðiligt, at verjumálaráðharrin hevði ilt við at fjala sína misnøgd.

-Eg havi longu sagt, at eg veit ikki hví. Er tað svarið ikki nóg greitt? Ella skilja tit ikki enskt? Eg var ikki har, segði Rumsfeld sambært Financial Times.