Ingibjørg Berg nýggjur kommunustjóri

Tórshavnar kommuna hevur í dag sett Ingibjørg Berg í starv sum kommunustjóri. Frammanundan hevur hon verið trivnaðarstjóri í kommununi síðstu trý árini. Ingibjørg Berg í Havn, sum verður nýggjur kommunustjóri í Tórshavnar kommunu, hevur síðstu trý árini havt sína dagligu gongd í umsitingini hjá Tórshavnar kommunu, har hon síðani 2006 hevur starvast sum trivnaðarstjóri. Undan tí var hon aðalskrivari í Kommunusamskipan Føroya, so kommunal viðurskifti eru henni ikki fremmand.

Starvsroyndir hennara eru annars breiðar, tí hon hevur verið lærari á merkonomútbúgvingini hjá Føroya Handilsskúla, ráðgevi á Løgmansskrivstovuni, setursskrivari og lærari í stjórnmálafrøði á Fróðskaparsetri Føroya, fulltrúi í Oljufyrisitingini, aðalskrivari hjá Amnesty International, Føroya deild, lærari í samfelagsfrøði á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna, umframt hon undir útbúgving hevði summarfrítíðarstørv í avgreiðsluni og á løgdeildini hjá Líkningarráði Føroya.

Ingibjørg Berg er útbúgvin cand.scient.pol. frá universitetinum í Aarhus, umframt at hon hevur lestrarvegleiðaraútbúgving frá danska undirvísingarmálaráðnum, leiðsluútbúgving frá Danmarks Forvaltningshøjskole og útbúgving í persónligheitspsykologi frá universitetinum í Aalborg.

Harumframt hevur hon eisini tikið skeið innan leiðslu, fíggjarstýring, samskifti, fyrisitingarrætt og persónliga menning. Somuleiðis hevur hon bæði sum luttakari, fyrilestrarhaldari og fyriskipari í Føroyum og uttan fyri Føroyar verið við til ráðstevnur, skeið, fundir um ymisk samfelags- og leiðsluviðurskifti.

Seinnu árini hevur Ingibjørg Berg eisini fingist eitt sindur við gransking, og í tí høpi hevur hon verið við í bæði føroyskari og norðurlendskari verkætlan, sum í báðum førum eru endaðar við bókaútgávum ? ávikavist ?Kommunupolitikkur?, útgivin av Fróðskaparsetri Føroya í 2008, og ?Demokrati i Norden?, útgivin av Nordisk Ministerråd í 2005.

Av álitisstørvum kunnu nevnast, at Ingibjørg sum serfrøðingur í kommunalum viðurskiftum er limur í kommunalu umskipanarnevndini og limur í PISA-nevndini, sum landsstýrismaðurin í mentamálum setti at gera tilmæli til batar í føroyska fólkaskúlanum. Innan felagsarbeiði er hon nevndarlimur í Føroya Fimleikasambandi, umframt at hon hevur verið bæði nevndarlimur og formaður í bæði Amnesty International, Føroya deild, og Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya.

Ingibjørg Berg er 45 ára gomul, gift og eigur trý børn. Nú hon tekur við nýggja starvinum, avloysir hon kommunustjóran síðstu mongu árini, Jens Marius Poulsen, sum fyrr í ár bað um at verða loystur úr starvinum, tí hann í summar fylti 67 ár. Tá hevði hann havt sín 30 ára starvsdag í kommununi.