Iktus bjóðar til hátíðarhald í Løkshøll

Hátíðarhaldið er í samband við tvey ára stovningardagin hjá tí kristnu sjónvarpsrásini Tað eru í hesum døgum tvey ár síðani sjónvarpsrásin, Iktus varð sett á stovn.

Í hseum sambandi ynskja stovnarnir at hátíðarhaldi við eini stórfingnari sangløtu, har m.a. sangkórið í Betesda í Klaskvík kemur at taka lut. Mett verður, at áhugin er somikið stórur, at fólk eiga at koma í góðari tíð, til tess at fáa pláss inni í Løkshøll.

Sangløtan verður send beinleiðis á sjónvarpsrásini hjá Iktus og á Rás 1 hjá Televarpinum. Eisini verður sent beinleiðis á Lindini. IKTUS sæst í dag í stórum pørtum av landinum. Tey, sum hava televarpshald kunnu eisini síggja sjónvarpsrásina.

Skráin er sera fjøltáttað. Byrjað verður Klokkan 18, tá verður vístur samandráttur av sendingum, sum hava verið sendar seinasta hálvtannað ári. Eisini verður kunnað um arbeiði hjá IKTUS við ymiskum innsløgum. Betsdakórið kemur at luttaka við løttum, nýggjum og gomlum sangskattum har fleiri sollistar luttaka.

Bjóðað verður eisini til ein drekkamunn, har møguleiki verður at tekna seg sum fastan stuðul hjá sjónvarpsrásini.

Tiltakið er alment, og tað er ókeypis. Iktus sigur í tíðindaskrivi, at endamálið við beinleiðis sjónvarpssendingini er bæði at hátíðarhalda 2 ára stovningardagin, men eisini at gera meiri vart við Kristiligu sjónvarpsstøðina ímillum føroyingar.