Nógv hevur verið gjørt burtur úr at lýsa tær búskaparligu avleiðingar, sum kunnu standast av at skunda eina loysing ígjøgnum. Eingin kann neyvt siga, hvat íð fer at henda, men at fylgjurnar vera ógvusligar, eru tey flestu á einum máli um.
Men eisini á nógvum øðrum økjum fara dramatiskar broytingar at vera - eitt nú viðvíkjandi okkara ríkisborgaraskapi. Og hvat vil tað so siga?.
Sum limir í einum ríkisfelagsskapi hava vit ein og sama borgararætt sum hinir limirnir í felagsskapinum. Hesin borgararættur staðfestir nøkur rættindir, sum vit til eina og hvørja tíð kunnu gera brúk av. Hetta merkir m.a., at vit kunnu flyta til annan part av ríkinum og frá fyrsta degi hava sama rætt sum íbúgvarnir har - eisini valrætt. Vit kunnu brúka allar undirvísingarskipanir, fáa sama lestrarstuðul, brúka sjúkrahúsverkið, allar sosialar skipanir herundir fólka- og avlamispensiónir, arbeiðsloysisskipanina o.s.fr.v.
Og hvat hendir so, um samgongan fær gjørt álvara av at loysa?
Nyrup hevur greitt sagt, at so missa vit okkara danska ríkisborgaraskap. Danmark kann ikki levera ríkisborgaraskap til allar borgarnar í einum øðrum landi - Føroyum. Vilja vit melda okkum út úr felagsskapinum, so hanga vit í leysum lofti hvat íð hesum viðvíkur. Ein undarligur tanki at hugsa sær.
Tað er tí umráðandi fyri okkum, sum ganga inn fyri ríkisfelagsskapinum, at standa saman og og arbeiða fyri at víðka skaran av teimum, sum siga nei til at missa tey rættindini, sum vit hava vunni okkum gjøgnum okkara danska ríkisborgaraskap.
Sigi ja til ríkisfelagsskapin og nei til loysingina.
Veljið Sambandsflokkin.