Petur Hermansen
Nú tá íð lýsingarnar um at skifta til vetrar dekk, og harvið eisini píkar, aftur eru at sýggja og hoyra, kann eg ikki lata vera við at koma við eini áheitan um ikki at seta píkar undir bilin. Hendan áheitan er serliga til tey fáu, sum eru orsøkin til at alt einaferð enn skal flóta í runu og evju og at alt umhvørvið verður dálkað.
Tit, sum eru orsøkin til alla hesa dálking, eru sjálvandi sjónlig og síggjast, og fyri ikki at gloyma, HOYRAST, sum heglingsal. Vit eru nógv sum venda okkum, og spyrja: hví koyra fólk í 150 dagar við píkum á berum asfalti Hetta er fyri meg og nógv onnur ein GÁTA. Í dag eri eg glaður at eg ikki eri ein teirra.
Í hesi tíð, har tosa verður nógv um at nógv ansingarpláss mangla til øll hesi stakkals børn, og at langar bíðirøðir eru til hesi pláss , skuldi verið sjálvsagt at tað var gjørt nakað munagott sum at blaka Píkarnar, og brúkt hesar pengar til fleiri pláss til børnini.
Lat meg upplýsa, at bert í Havnini kundu vit fyri hesar pengar fingið ein nýggjan barnagarð um árið. Tað vil siga , at vit kundu spart einar 8 milliónir um árið bert við at blaka PÍKARNAR. Spurningurin er hvør vil tað ????
Eisini vil eg minna á, at umlei 300 gomul hava ikki sømiligar umstøður at liva síni síðstu ár , hettar er stór skomm fyri ØLL, serliga tey sum eru við til at oyðsla fyri allar hesar miliónir í runu og svansi, bert tí at tað kann gerast hált nakrar fáar dagar um árið. Tí fari eg at mæla til, at vit banna PÍKUM og harvið eru 70 milliónir tøkar til at bjarga BØRNINUM og teimum GOMLU. Hetta skuldi verið eitt ítøkiligt tiltak, sum kundi verið, serliga tykkum íð nýta píkar ein stoltleiki . Hvat so um tit skullu ganga einar tìggju ferðir um árið, so at børnini og tey gomlu kundu fingið pláss og sømilig kor í tì samfelag, sum tú og eg hava skapað????
Vónandi taka tit hettar at tykkum, og onki hevði tað gjørt um onkur politikkari hevði tikið hetta til eftirtektar.
Nú, fíggjarlógin er til viðgerðar, og allir flokkar royna at fáa fatur á so nógvum peningi sum gjørligt, er her ein møguleiki.
70 milliónir at spara, hvør vil ikki tað ??? ELLA HVØR TORIR!!