Vaktarhald
Hvalbiartrolarar hava gjøgnum fleiri ár verið óførir at fiska. Tað eru teir kendir fyri. Eisini nýggjastu skipini, Hamranes og Breiðanes, sum eru fyrrverandi Polarhav og Stjørnan, hava riggað væl, síðan suðuroyingar keypti skipini frá Føroya Banka. Hetta fegnast øll um. Tað er positivt, tá skip, sum eru farin um tvingsilssølu, tí tey ikki fingu raksturin at hanga saman, verða seld útaftur, og aðrir fáa samanhang í veiði og rakstur.
Hetta er eisini positiva síðan á medaljuni hjá Hamranesi og Breiðanesi, sum nú eru heimahoyrandi í Hvalba.
Á hinari síðuni kemur, at júst hesi skip nú fyri aðru ferð í fáar mánaðir eru tikin fyri ólógliga fiskiveiði í føroyskum sjógvi.
Um midnáttarleitið í gjár kom Brimil á Havnina við skipunum, tí tey høvdu fiskað á eini stongdari leið, rópt F, suður av Munkagrunninum. Hetta er ein leið, sum er stongd fyri trolveiði alt árið.
Tá Sosialurin tosaði við Brimil um middagsleitið í dag, søgdu teir, at illgruni eisini er um, at hvalbiartolararnir – umframt at fiska á stongdari leið – eisini fiskaðu við ólógligum trolreiðskapi, og sum skilt verður hetta partur av ákæruni móti skiparunum.
Væntandi er, at sektaruppskot fyri hesi brot verður lagt fyri skipararnar seinnapartin í dag.
Tað eru bert fáir mánaðir, síðan júst hesi bæði skipini vórðu tikin fyri ólógliga veiði á øki, sum varð stongd eftir kunngerðini um ungfisk. Sambært útvarpinum hjá Kringvarpinum á middegi í dag, høvdu skipararnir tá eisini sløkt tólini sum siga, hvar skipini eru.
Sum skilst, er fyrra málið ikki endaliga avgreitt enn – og enn minni hetta seinna málið, sum er so spildurnýtt.
Á Fiskiveiðieftirlitinum siga tey, at tá skip soleiðis verða tikin fyri ólógliga veiði, verður málið latið fútanum, sum tekur sær av hesum. Manningin umborð á Brimli er tó partur í slíkum máli, til tað er endaliga avgreitt, tí hesir menn eru jú hin parturin í slíkari sak.
Vit hava áður hoyrt um, at skip kunnu missa veiðiloyvi í nakrar vikur, tá tey verða tikin, men hetta hevur serliga verið praktiserað, tá tey ikki hava yvirhildið fráboðanarskylduna um smáfisk.
Kemur Fiskiveiðieftirlitið soleiðis fram á skip, sum hava ov nógv av smáfiski í lastini, og tey ikki hava boðað frá hesum sambært galdandi reglum, kann Fiskiveiðieftirlitið taka veiðiloyvi frá skipunum í ávísa tíð.