Skulu vit trúgva liðformonnunum, so vil hvørki av liðunum vera favorittur í kvinnufinaluni, hóast SÍ er í finaluni fjórða árið á rað og hevur vunnið tvær tær síðstu, og Mjølnir er fremst í landskappingini og hevur havt takið á SÍ í vetur:
– Vit eru ikki favorittar upp á nakran máta, tí Mjølnir hevur vunnið á okkum tríggjar ferðir hetta kappingarárið, sigur Karin Mikkelsen í SÍ.
– Vit halda ikki, at vit eru favorittar, tí SÍ hevur roynt hetta so ofta, og bert fáar á okkara liði hava yvirhøvur verið í einari finalu fyrr, sigur Eina S. Kalsø í Mjølni.
Trúgva upp á tað
Hyggja vit at hagtølunum, kann SÍ vinna finaluna triðja árið á rað, og helst vilja sørvágskvinnur leggja nógv fyri, tí tær fyribils síggja út til at vera yvirhálaðar av bæði Mjølni og Fleyr í Eik-liguni.
– Hjá okkum snýr tað seg um at spæla og hava tað stuttligt. Vit trúgva sjálvandi upp á tað, og hóast tað skilst á øllum brøgdum, at verri enn so øll vænta tað stóra av okkum, kunnu vit vinna, sigur Karin Mikkelsen, ið vónar, at sørvingar koma fjølmentir til Havnar at stuðla liðnum.
– Tað hevur gingið eitt sindur so sum so og vit hava manglað tað, vit eru mest kendar fyri, nevniliga spæligleðina. Men nú gongur aftur betur, so tí fara vit á vøllin við positivum hugburði.
Spentar til finaluna
Mjølnir hevur ikki verið í finaluni síðstu fimm árini, men hevur í løtuni eitt sterkt lið við spælarum, ið mestsum allir kunnu avgera bóltarnar. At flestu av spælarunum ongantíð fyrr hava spælt í steypafinaluni, heldur Eina ikki hava so nógv at siga:
– Sjálv sat eg á bonkinum, tá Mjølnir var í finaluni í 2005, og bara fáar á liðnum hava roynt hetta fyrr. Men fyri tað eru vit ikki nervøsar, men heldur spentar, tí vit halda okkum hava ein ordiliga góðan kjans, sjálvt um tað kann fara báðar vegir, sigur Eina S. Kalsø.
– SÍ hóskar væl til okkum, tí spælararnir eru ikki so høgir, og tí er blokkurin ikki so góður, men hinvegin eru tær í SÍ sterkar á gólvinum. Vit vænta at fáa nógvar stuðlar við okkum, tí í síðstuni hava vit havt væl fleiri áskoðarar enn vanligt.










